– Fólk vilja hava eina grøna og fjølbroytta Havn

bannari
– Fólk vilja hava eina grøna og fjølbroytta Havn
Elsa Berg er nýggj í politikki, og so er hon fyrstvald á Tjóðveldislistanum í Havnini
Bjarni Árting Rubeksen
Elsa Berg er nýggjur býráðslimur í Tórshavnar kommunu
10.11.2020 - 23:56

Nýggja stjørnuskotið í býráðspolitikki í Havn umboðandi Tjóðveldi er Elsa Berg. Hon er fyrst vald á Tjóðveldislistanum í Havnini, sum fær trý pláss í býráðnum. 

Hjartamálið hjá Elsu er umhvørvið, og sjálv heldur Elsa, at mongu atkvøðurnar merkja, at fólk vilja hava eina grøna, fjølbroytta og litríka kommunu. 

Eg stillaði upp, tí eg var sera stúrin um gongdina, sum vit síggja her - bæði við umhvørvinum, bústøðum og við at fáa fólk at trívast í kommununi. Hesin stuðulin vísir, at fólk fegin vilja hava eina grøna, fjølbroytta og litríka kommuna, sigur nývalda Elsa Berg. 

Vil gera mun

Vit eru landsins størsta kommuna, so um vit veruliga gera nakað á umhvørvisøkinum, á bústaðarøkinum og fáa sosiala rættvísi fram í samfelagnum her, so gera vit eitt stórt hál fyri alt landið, sigur Elsa Berg. 

Tað er møguleikin fyri at gera ein mun, sum er drívmegin hjá Elsu. 

Tað er sanniliga nakað, sum motiverar meg. At eg kann vera við í býráðnum og gera ein mun fyri bæði kommununa og alt landið, sigur nývalda stjørnuskotið hjá Tjóðveldi í Havn. 

Tjóðveldi fær trý umboð

Elsa Berg fekk 519 atkvøður, Jákup Dam fekk 380, meðan Gunnvør Balle fekk 340. 

Úrslitið úr Tórshavn sæst her.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375