– Eg brenni fyri arbeiðinum

bannari
– Eg brenni fyri arbeiðinum
Eg brenni so nógv fyri arbeiðinum, at eg mátti stilla upp aftur, sigur Pauli Trónd Petersen, borgarstjóri í Vestmanna
Pauli Trónd Petersen
10.11.2020 - 23:39

Borgarstjórin í Vestmanna boðaði annars frá fyri langari tíð síðani, at hann ikki fór at stilla upp aftur, men herfyri broytti hann meining, og valdi at stilla upp aftur.

Og sigast má, at hann hevur fingið álitisváttan frá veljarunum í Vestmanna. Hann hevur nevniliga fingið 248 atkvøður, sum er næstan ein triðingur at samlaðu atkvøðunum.

Men sjálvt um hann er greiður toppskorari, so er ikki greitt enn, um hann eisini í framtíðini verður borgarstjóri í Vestmanna.

Sjálvt um fólkið talar greitt, so er ikki víst, at nýggja kommunustýrið heldur tað sama. Eg vóni, at tey velja meg, sigur Pauli Trónd Petersen.

Síggj samrøðuna við Paula Trónd Petersen.


Hesi eru vald í Vestmanna:

1 A Pauli Trond Petersen 248
2 A Bjørg á Rógvi 140
3 A Sára Jógvansdóttir 96
4 A Eyðun Hansen 68
5 A Laila Haldansen 59
6 A Anja Haldansen 56
7 A Ingi Olsen 49
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211530
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375