Nes kommuna fær nýggjan borgarstjóra

bannari
Nes kommuna fær nýggjan borgarstjóra
Súni í Hjøllum verður nýggjur borgarstjóri í Nes kommunu
 
12.11.2020 - 07:21

Nývalda bygdaráðið í Nes kommunu hevur skipað seg í gjárkvøldið. Súni í Hjøllum verður borgarstjóri og Heini Súnason Kristiansen verður varaborgarstjóri.

Á valinum var Heini toppskorari við 150 atkvøðum, meðan Súni fekk 142 atkvøður. Meðan Heini er nývaldur, hevur Súni siti í bygdaráðnum samanhangandi síðani 1985, ella í 36 ár.

Súni í Hjøllum hevur verið varaborgarstjóri seinastu sjey seturnar. Hinir bygdaráðslimirnir eru Høgni Hansen, Elin á Torkilsheyggi, Jan Højgaard, Dakko Petersen og Rannvá í Túni Petersen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Nýtt ljóð
214119
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026