Georgia telur umaftur - við hond

Georgia telur umaftur - við hond
Í amerikanska statinum, Georgia, skulu allar atkvøðurnar frá forsetavalinum teljast av nýggjum
Atkvøðurnar frá forsetavalinum í Georgia skulu teljast umaftur, við hond, kunngjørdi Brad Raffensperger, embætismaður, frá á tíðindafundi í gjár
Mynd: AP  
 
12.11.2020 - 05:49

Tað boðaði Brad Raffensperger í landspartastjórnini í statinum frá á tíðindafundi. Joe Biden vann valið í statinum við 14.000 fleiri atkvøðum enn Donald Trump, forseti.

Umleið fimm milliónir fólk atkvøddu í Georgia, og tann sum vinnur fær 16 valfólk. Vinnur Biden valið, verður hann tann fyrsti demoktarurin sum vinnur í Georgia, síðani 1992, tá Bill Clinton vann.

Raffensperger sigur, at at longu í hesi vikuni verður farið undir at telja tær umleið fimm milliónir atkvøðurnar við hond, og væntandi verður liðugt at telja 20. november.

Eftir at úrslitið er góðkent, kann tann, sum tapir, biðja um at fáa atkvøðurnar taldar aftur, men tá skal tað vera við tólum, skrivar tíðindastovan, NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. apríl
Morgunlestur mikudagur 1.apríl 2026
205929
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483