Úr savninum: Eftir veðrum í Vestaru Skor

Úr savninum: Eftir veðrum í Vestaru Skor
- føroysk sending frá 2006
17.11.2020 - 23:34

Farið verður eftir veðrum, ið sandavágsmenn sleptu í Vestaru Skor. Hetta varð víst í aðrari sending. Veðrarnir ganga í skorini frá mai til september, tá farið verður eftir teimum. Hetta er størsti dagur í árinum hjá skoramonnum. Allir eru spentir, um teirra veðrur kemur aftur ella er farin fyri bakka. Vit fylgja monnunum henda heystardagin. Gamli postbáturin Ólavur, førir seyðin av Slættanesi heim á Oyragjógv. Í Sandavági er nógv fólk komið saman við minnisvarðan, har veðrarnir verða mettir og handlaðir. Sigurð Petersen er frásøgumaður. Hann greiðir eisini frá fuglabjørgunum norðanfyri á Vágoynni. Lagt til rættis: Zacharias Hammer.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. november
Norðurljóð 16.november 2026
215027
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti
216442
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214