Starvsstovan nøgd við tiltøk hjá Mowi

Starvsstovan nøgd við tiltøk hjá Mowi
Mowi misti laks fyri slakar fýra milliónir krónur, tá laksur slapp úr einum tøkubúri á Sandi
Laksarnir skuldu takast, men sluppu úr tøkubúrinum. Miðalvektin var 5,30 kilo
 
24.11.2020 - 09:53

Heilsufrøðiliga starvsstova er nøgd við tey tiltøk, sum alifelagið Mowi gjørdi, eftir at laksur slapp úr einum tøkubúri á Sandi 29.oktober.

Mowi sendi Heilsufrøðiligu starvstovu frágreiðing um óhappið 10.november. 

20. november svarar Heilsufrøðiliga starvsstova, at tiltøkini ljóða til at vera góð. Vónandi tryggja tey, at Mowi ikki missir laks aftur, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan.

Tiltøkini eru tey, at veðurforsøgnin verður dupulttjekkað hvønn dag, og kavari er nú niðri hvønn dag, áðrenn tøkan byrjar. 

Eykanót er uttan á tøkunótina. Hon virkar sum trygdarnót. Tøkunótin verður tikin upp at turka hvønn dag og væl eftirhugd.

Mowi misti 22.022 laksar, og fekk 302 aftur.

Laksarnir skuldu takast, men sluppu úr tøkubúrinum. Miðalvektin var 5,30 kilo.

Súgur helst orsøkin

Mowi sigur í sínari frágreiðing, at alt bendir á, at orsøkin var, at súgurin í sjónum fekk nótina at koma í slanguhøvdið, har fiskurin verður pumpaður úr búrinum, og hol er komið á nótina.

Bæði nótin og búrið vóru nýggj. Hetta var fyrstu ferð, at tey blivu brúkt á Sandi, stendur í frágreiðingini.

Eingin laksur slapp í Sandsá, tí hon var tipt av sandi. Net var tó spent yvir um ánna, beint við brúnna.

Mowi misti laks fyri slakar fýra milliónir krónur, segði stjórin í Mowi, Hans Jákup Mikkelsen, við Útvarpið 31.oktober.

Nú er eingin laksur í teimum seks ringunum hjá Mowi á Sandsvág.

Alingin byrjar ikki aftur fyrr enn næsta vár. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Filosofiskur 3. partur
213777
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650