Estonia kannast umaftur

Estonia kannast umaftur
Skipsvanlukkan, sum hendi í 1994, skal kannast av nýggjum hevur svenska skaðanevndin avgjørt
Í hesari savnsmyndini frá 1994 verður ein skipslutur frá Estoniu tikin upp úr havinum. 852 fólk druknaðu
Mynd: Savnsmynd (AP)  
 
27.11.2020 - 16:20

Vrakið av ferðamannaskipinum Estoniu skal kannast av nýggjum. Tað hevur svenska skaðanevndin avgjørt, sigur Jonas Backstrand, leiðari í svensku skaðanevndini, við Sveriges Radio.

Kanningarnar skulu millum annað staðfesta, hvaðani eitt hol í skrokkinum á Estoniu kom. Í heyst vísti ein dokumentarfilmur, at eitt hol var í skrokkinum á Estoniu.

Skaðanevndir sæð allar upptøkurnar

Svensku og estisku skaðanevndirnar hava nú sæð allar filmsupptøkurnar, sum vórðu gjørdar í samband við dokumentarin. Útfrá hesum hava tær nú avgjørt, at neyðugt er at kanna skipið av nýggjum.

Altjóða skaðanevndin, sum upprunaliga kannaði vanlukkuna, kom fram til, at høvuðsorsøkin til, at Estonia sakk var, at eitt bógportur loysnaði. Frágreiðingin nevndi onki um nakað hol í skrokkinum.

Estonia sakk náttina millum 27. og 28. september í 1994, og 852 fólk druknaðu. Bara 137 fólk sluppu frá hendingini við lívinum, og vanlukkan er mett sum ógvusligasta skipsvanlukkan í nýggjari tíð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
Eitt fræ
216034
Hósdag 12. november
Hús
216070
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154