Fleiri vansar enn fyrimunir

Fleiri vansar enn fyrimunir
Fyrimunirnir við at halda fram við Kærustovninum eftir verandi leisti eru færri enn vansarnir
Nella Festirstein handar løgmanni álitið um Kærustovnin
Mynd: Løgmansskrivstovan  
 
29.11.2020 - 12:45

Fyrimunirnir við at halda fram við Kærustovninum eftir verandi leisti eru færri enn vansarnir. Tað er niðurstøðan hjá arbeiðbólkinum, sum hevur endurskoðað bygnaðin hjá Føroya kærustovni.

Arbeiðsbólkurin hevur latið løgmanni álitið, sum er 84 síður. Arbeiðsbólkurin hevur 14 ítøkilig tilmæli um broytingar.  Eitt høvuðstilmæli er at flyta allar 11 nevndirnar, sum Kærustovnurin í dag er skrivstova hjá, inn í sjálvan Kærustovnin. 

Hetta merkir, at Kærustovnurin sjálvur viðger kærumálini og tekur avgerðir sum sjálvstøðugur myndugleiki. Flestar avgerðir hjá kærunevndunum eru fyrisitingarrættarligar ella grundaðar á fyrisitingarrætt, har løgfrøðin er tann berandi parturin. 

Servitan

Henda servitan er í Kærustovninum, og tí kunnu løgfrøðingar í stovninum avgreiða flestu mál. Serkøn kunnu verða knýtt at stovninum sum ráðgevar at heita á, stendur í álitinum.

Føroya kærustovnur byrjaði í 1998. Arbeiðsbólkurin varð settur 29.mars í fjør.

Í honum vóru fýra fólk, Nella Festirstein, deildarstjóri á lógartænastuni á Løgmansskrivstovuni, hon var forkvinna, Anja Hovgaard, stjóri á Kærustovninum, Beinta Festirstein, fulltrúi á Kærustovninum, og Bárður Larsen, adjunktur á Fróðskaparsetrinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328