Landið letur 55 mió. kr. í stuðli til Fjøruvegin

Landið letur 55 mió. kr. í stuðli til Fjøruvegin
Uppskotið er lagt fyri tingið í dag. Fjøruvegurin fer at kosta slakar 100 mió. kr.
Í sambandi við nýggju Fjøruvegin verður betongtunnil gjørdur fram við Rókavegi og undir Løkin og Heiðaveg
 
30.11.2020 - 15:16

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur nú biðið løgtingið um heimild at játta í mesta lagi 55 milliónir krónur í stuðli ti nýggjan Fjøruveg í Runavík.

Stuðulin skal veitast í fimm ár.

Runavíkar kommuna skal fremja verkætlanina, og hevur síðani ábyrgdina av henni.

Leiða tungu ferðsluna

Nýggi Fjøruvegurin skal leiða serliga tungu ferðsluna til og frá Eysturoyartunlinum burtur frá høvuðsgøtuni í Runavík.

Vegurin verður umleið 2,5 kilometrar langur. Hann verður eftir ætlan gjørdur frá rundkoyringini í Rókini, fram við fjøruni og havnarlagnum í Runavík, til bakkavegin á Glyvrum.

Betongtunnil verður eisini gjørdur fram við Rókavegi undir Løkin og Heiðaveg, og hann kemur upp við Gulasteinsveg.

Kostar 100 mió. kr.

Fjøruvegurin verður mettur at kosta tilsamans slakar 100 milliónir kr. 

Av teimum 55 milliónunum, sum landið játtar í stuðli til vegin, verða 13,8 milliónir krónur goldnar í ár og 10 milliónir næsta ár.

Eftir ætlan verða játtaðar 10 milliónir í 2022, 12 milliónir í 2023 og 9,2 milliónir krónur í 2024, stendur í viðmerkingunum til uppskotið.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. september
Eitt korter við jazzi
213032
Hósdag 10. september
Morgunlestur hósdagur 10. september
212705
Mikudag 9. september
Skratsj 9. sep. 2026
212998
Mikudag 9. september
Tí tú ert kvinna 1:3
212994
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777