Tveir smittutilburðir í gjár

Tveir smittutilburðir í gjár
Í gjár vórðu 722 kanningar gjørdar
Nú eru 169.645 koronukanningar gjørdar í Føroyum
 
03.12.2020 - 11:30

Tveir koronutilburðir vóru staðfestir í gjár.

Annar er í smittuketu, sum landslæknin fylgir. Hitt smittaða fólkið kom úr útlondum. 

Tey smittaðu eru avbyrgd, og landslæknin er í ferð við smittusporingina.

Í gjár vórðu 722 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Nú eru 169.645 kanningar gjørdar í Føroyum.

505 fólk hava fingið staðfest smittuna. 500 eru ikki smittað longur, so fimm fólk í Føroyum hava koronu í løtuni.

63 fólk eru í sóttarhaldi, verður upplýst á heimasíðuni corona.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926