Danir gevast at leita eftir olju í Norðsjónum

Danir gevast at leita eftir olju í Norðsjónum
Ein stórur meiriluti í Fólkatinginum hevur samtykt at seta punktum fyri olju- og gassævintýrinum, sum byrjaði í sjeytiárunum
Oljuvinnan í Norðsjónum hevur givið Danmark meira enn 540 milliardir krónur
 
04.12.2020 - 09:20

Danmark fer ikki at geva fleiri loyvi at leita eftir nýggjum olju- og gasskeldum í Norðsjónum.

Tað samtykti Fólkatingið við stórum meiriluta í gjárkvøldið. Sostatt verður punktum nú sett fyri danska olju- og gassævintýrinum, skrivar dr.dk.

- Eg haldi, at vit nú hava tikið eina søguliga avgerð fyri Danmark. Við breiðari undirtøku hava vit gjørt eina avtalu fyri framtíðina í Norðsjónum, sigur danski umhvørvismálaráðharrin, Dan Jørgensen.

Grøn orka í 2050

Danmark hevur sum mál, at øll orka skal vera grøn í seinasta lagi í 2050. Við hesi avtaluni kunnu nýggjar boringar gerast, um talan er um øki, har boringar longu eru, men eisini her er galdandi, at ongar boringar verða gjørdar eftir 2050.

Flokkarnir í semjuni eru Sosialdemokratarnir, Radikali flokkurin, Vinstri, SF, Konservativi flokkurin og Danski Fólkaflokkurin. Umframt at samtykkja at gevast við olju- og gassleitingum eru flokkarnir eisini samdir um at gera arbeiðsskapandi átøk í Esbjerg, har tey flestu arbeiðsplássini í donsku oljuvinnuni eru.

Tað er eitt lítið ár síðani danska stjórnin boðaði frá, at avgerðin um leitiloyvir í Norðsjónum varð útsett, meðan kannað varð, hvørjar búskaparligar og umhvørvisligar avleiðingar kundu standast av eini avgerð um at gevast við leitingarvirkseminum.

Tóku umsóknina aftur

Fýra oljufeløg høvdu tá søkt um loyvi at leita eftir olju og gassi í Norðsjónum, men síðani hava trý av teimum tikið sína umsókn aftur, og einasti umsøkjarin, sum nú var eftir, var bretska Ardent Oil.

Fleiri onnur lond hava longu tikið stigið at gevast við at leita eftir nýggjum olju- og gasskeldum. Teirra millum eru Frakland, Nýsæland, Kosta Rika og Belise.

Sambært dr.dk hevur Danmark fingið meir enn 541 milliardir krónur burtur úr Norðsjóvaroljuni síðani 1972, tá  vinnan byrjaði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444