Færri gerast sjúk

bannari
Færri gerast sjúk
Í Danmark gerast færri fólk sjúk av influensu, lungnabruna, meningitis og kikhosta enn vanligt er fyri hesa árstíðina
 
06.12.2020 - 10:01

Í Danmark gerast færri fólk sjúk av influensu, lungnabruna, meningitis og kikhosta enn vanligt er fyri hesa árstíðina.  Tað vísir nýggj kanning frá danska Statens Serum Institut.

Orsøkin er helst, at samfelagið fór niður í ferð í vár, og tí hava fólk verið minni saman. 

Minni av "øðrum" sjúkum

Vit síggja, at talið av sjúkum, sum minna um meningitis, blóðeitran, influensa og ymiskar virussmittur, sum kunnu føra til lungnabruna og kikhosta, er minkað nógv. Tað eru sjúkur, ið smitta á sama hátt, sum koronusmittan, sigur Palle Valentiner Branth, sum er lækni og deildarleiðari á Statens Serum Institut.

Hóast danska samfelagið nú er farið nakað upp í ferð aftur síðani í vár, vísa tølini enn, at færri fólk gerast illa fyri av sjúkum, sum smitta við dropasmittu, eins og korona ger.

Tað er ótrúliga áhugavert, at smittuverjuátøkini, ið skulu verja okkum móti koronusmittuni, hava so jaligar avleiðingar. Tað er ein sigur fyri galdandi leiðreglurnar um reinføri, sigur Palle Valentiner Branth við Danmarks Radio.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Leygardag 9. mai
Jambalaja - 090526
208137
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996