Rudy Giuliani fingið COVID-19

Rudy Giuliani fingið COVID-19
Persónligi sakførarin hjá Donald Trump, og eisini fyrrverandi borgarastjórin í New York, hevur fingið staðfest koronuvirusið
 
07.12.2020 - 06:38

Tað segði forsetin sjálvur á Twitter í gjárkvøldið. Hann er tann síðsti í eini røð av fólkum við tøttum tilknýti til Hvítu húsini, sum  hevur fingið smittuna.

Rudy Giuliani hevur staðið á odda í stríðnum um valúrslitið eftir forsetavali fyri einum mánaði síðan.

Toymið hjá Trump, forseta, roynir at prógva, at tað var framt umfatandi valsvik, og at Joe Biden ikki vann valið hóast alt. Higartil hevur hetta tó ikki eydnast, og flest allir valmyndugleikar siga eisini, at ongi prógv eru fyri slíkum valsviki.

Giuliani er í løtuni innlagdur á sjúkrahúsi í Washington, sambært amerikanskum miðlum, men hann sigur sjálvur, at hann hevur tað gott.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145