Maduro vann valið í Venesuela

Maduro vann valið í Venesuela
Sosialistaflokkurin hevur nú eisini meirilutan í tjóðartinginum
Nicolas Maduro, forseti í Venesuela
 
07.12.2020 - 09:52

Tjóðartingsval var í Venesuela í gjár, og forsetin, Nicolas Maduro, og hansara stuðulsflokkar á vinstraveinginum fingu góð 67 prosent av atkvøðunum.

Hóast andstøðan boykottaði valið, fekk hon 18 prosent av atkvøðunum.

Vallutøkan var sera lítil, bara 31 prosent.

Úrslitið hevur við sær, at sosialistaflokkurin hjá Maduro fær eisini valdið í tjóðartinginum. Har hevði andstøðan meirilutan frammanundan.

Andstøðan: Svik

Andstøðuleiðarin, Juan Guaidió, sigur, at bæði valið og úrslitið vórðu ein svikagerð.

Eisini amerikanski uttanríkisráðharrin, Mike Pompeo, sigur, at valið í Venesuela var svik.

USA og ES viðurkenna ikki Nicolas Maduro sum forseta í Venesuela. Tey siga, at  Juan Guaidió er rætti forsetin í landinum. Onnur lond, eitt nú Russland og Kina, viðurkenna tó Maduro.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 30. mars
Morgunlestur mánadagur 30.mars 2026
205926
Sunnudag 29. mars
Guðstænasta úr Kaldbaks kirkju
206399
Leygardag 28. mars
LEITISSTEIN 27.03.2026
206382
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 29. mars
Andakt
206401
Sunnudag 29. mars
Guðstænasta í Kaldbaks kirkju
206398
Fríggjadag 27. mars
Veðrið
206362
Fríggjadag 27. mars
Løgtingsval 2026 - teknmálstulkað
206360
Fríggjadag 27. mars
KAKUMiKS 2 (2:7)
206356