Evropameistari: Sarita triðju ferð á rað

Evropameistari: Sarita triðju ferð á rað
Sarita Kristina Hansen livdi upp til vónirnar, og vann sítt triðja meistaraheiti á rað. Samstundis róði hon seg til pláss í HM, sum verður í februar
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
07.12.2020 - 14:54

Sarita Kristina Hansen taldist millum favorittarnar á 200 metra teininum undan EM í inniróðri, sum var um vikuskiftið.

COVID-19 hevði við sær, at kappingin, sum vanliga verður rógvin í stórum hallum í vertslandinum, hesa ferð var á netinum.

Onkur av føroysku rógvarunum róði heima við hús, nakrir róðu í Suðuroy og fleiri - harímillum Sarita - róðu í fimleikarhøllini í skúlanum í Kollafirði.

Gjørdi bart

Stinni føroysku innirógvarin, sum eisini er heimsmeistari, livdi upp til vónirnar. Hon kom væl frá byrjan og tók leiðsluna tíðliga.

Síðstu 800 metrarnar kom kortini stígur í.

 Tað var ein dystur bara at koma á mál, men av tí at eg sá, at eg hevði nokkso trygga leiðslu, kom eg á mál við tógvi stríð, sigur Sarita Kristian Hansen.

Stóð seg eisini væl á styttru teinunum

Sunnudagin var kappast á 500 metra teininum. Sarita tók bæði lut í lættvektsbólkinum og í opna bólkinum, og úrslitini vóru góð.

Hon vann lættvektsbólkin, og í opna bólkinum endaði hon á øðrum plássi.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 2. mai
Veðrið
191347
Fríggjadag 2. mai
KAKUMiKS (5:7)
191336
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210