Nú búgva 52.854 fólk í Føroyum

Nú búgva 52.854 fólk í Føroyum
102 løgdust aftrat fólkatalinum í oktober. Fólkatalið er vaksið 1.000 fólk seinasta árið
Ongantíð hava so nógv fólk búð í Føroyum sum nú
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10.12.2020 - 14:21

Fyrst í november búðu 52.854 fólk í Føroyum. Tað vísa nýggjastu tølini frá Hagstovuni, sum eru kunngjørd í dag.

Ongantíð hava so nógv fólk búð í Føroyum.

Fyrst í oktober búðu 52.752 í Føroyum, og sostatt vaks fólkatalið 102 fólk í mánaðinum. Seinasta árið er fólkatalið vaksið umleið 1.000 fólk.

Av teimum 52.854 fólkunum, sum búðu í Føroyum fyrst í november, vóru 51,8 prosent mannfólk og 48,2 prosent konufólk.

Tey flestu, umleið 40 prosent, búgva í Suðurstreymoy.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114