FÖRKA tikið móti fyrsta skarninum

FÖRKA tikið móti fyrsta skarninum
Burturkastið frá smoltstøðini á Strond gevur elorku, sum svarar til árliga nýtslu hjá 225 húskjum
Skarnið frá smoltstøðini á Strond verður brúkt til at gera streym og hita
 
14.12.2020 - 09:40

Fríggjadagin fór fyrsti tangin av skarni frá smoltstøðini hjá Bakkafrosti á Strond til FÖRKA, biogassverkið á Skarðshjalla.

Skarnið verður brúkt til at gera streym og hita.

Bakkafrost sigur, at burturkastið frá smoltstøðini á Strond, okkurt um 10.000 rúmmetrar, fer at geva elorku, sum svarar til árligu nýtsluna hjá 225 húskjum, og hitaorku, sum svarar til árligu nýtsluna hjá 47 húskjum.

FÖRKA tekur eisini mykju frá bóndum. 

Í november gjørdi FÖRKA 212 megawatttímar, sum svara til miðalmánaðarnýtsluna hjá 510 húskjum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520