Herd koronutilmæli

bannari
Herd koronutilmæli
Nýggj koronutilmæli verða nú sett í gildi. Løgmaður var gestur í sjónvarpsstovuni
14.12.2020 - 19:34

Á tíðindafundi í dag vóru nýggj koronutilmæli kunngjørd. Millum tilmælini eru, at jólagestir skulu í heimauppihald, til svar er komið uppá sættudags kanningina, og eiga undir ongum umstøðum at vitja avvarðandi á sjúkrahúsum, røktarheimum ella sambýlum, fyrr enn staðfest er, at royndin á sætta degi er negativ.

Mælt verður eisini til, at allar innandura ítróttarkappingar verða hildnar uttan áskoðarar til og við 3. januar, og at bara eitt fólk úr húsarhaldinum stendur fyri jólainnkeypinum, heldur enn at øll familjan fer til handils saman.

Eisini eru gudstænasturnar jólaaftan og jóladag avlýstar, og landsstýrið mælir øðrum samkomum til at gera tað sama. Matstovur og skeinkistøð skulu frá hósdegnum 17. desember til og við 3. januar lata aftur klokkan 22:00.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961