LUM: Kommunan hevur rætt at krevja munnbind

LUM: Kommunan hevur rætt at krevja munnbind
Løgtingsins umboðsmaður hevur viðgjørt eina kæru um kravið at brúka munnbind í býbussunum í Havn
Tórshavnar kommuna kann krevja, at øll ferðandi í býbussunum brúka munnbind, sigur umbosmaðurin
 
17.12.2020 - 10:41

Kravið um at bera munnbind í bussunum hjá Bussleiðini í Havn er at meta sum útinnandi fyrisiting, og kommunan kann uttan beinleiðis lógarfesta heimild seta treytir um, at øll ferðandi skulu hava munnbind, meðan tey eru í bussunum.

Tað sigur Sólja í Ólavsstovu, løgtingsins umboðsmaður, sum hevur viðgjørt eina kæru, har sóknast verður eftir heimild í lóg ella kunngerð um at brúka munnbind í býbussunum.

Sólja í Ólavsstovu sigur, Tórshavnar kommuna eigur og rindar fyri busstænastuna í kommununi, og hevur sostatt ræðisrættin yvir bussunum hjá Bussleiðini.

Kravið um munnbind er sett í samráð við koronuráðgevingina hjá landsstýrinum, og tað er sakligt, tí tað skal tryggja, at koronusmittan ikki breiðir seg, soleiðis at so nógv sum tilber ráðiliga kunnu brúka Bussleiðina, sigur umboðsmaðurin, sum ikki gera meira við málið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065