Tríggir nýggir tilburðir

bannari
Tríggir nýggir tilburðir
Tilburðirnir eru partur av smittuketu, sum landslæknin fylgir
 
28.12.2020 - 12:35

Tríggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísir nýggjasta uppgerðin hjá landslæknanum. Allir tilburðirnir eru partur av smittuketu, sum landslæknin fylgir.

Í gjár vórðu 584 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Fýra fólk vórðu frísk í gjár, og sostatt eru 47 fólk smittað í løtuni.

Nú eru 247 fólk í sóttarhaldi, og ein er innlagdur við koronu.

- Allir tilburðirnir í gjár, vóru hjá fólki sum sita í sóttarhaldi, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858