Framvegis eingin rotta í Sandoynni

Framvegis eingin rotta í Sandoynni
Enn eru ongar ábeindingar um, at rotta er komin í oynna
 
28.12.2020 - 14:10

Nú 13 dagar eru farnir, síðani bygdarráðið á Sandi fekk fráboðan um rottu við tunnilsmunnan i Traðadali, er eingin ábending komin um, at rotta er í oynni.

Rotta hevur ikki etið av eitrinum, sum er lagt, og eingi rottuspor eru. Nú friður er í tunlinum, tí jólafrí er, verður kannað hvønn dag við tunnilin, um nøkur rotta er har ella hevur verið har.

Hetta heldur fram til 4. januar, tá tunnilisarbeiðið byrjar aftur, sigur Poul Klementsen, borgarstjóri á Sandi. Rotta er í sjey oyggjum í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360