Næstan 6.900 harur skotnar

Næstan 6.900 harur skotnar
Men, talið fyri hetta haruárið er helst nakað størri
 
04.01.2021 - 05:03

6.890 harur eru í øllum førum skotnar í hesum haruárinum. Tað ber til at staðfesta, nú haruárið er av á hesum sinni. Men helst er talið nakað størri, tí ikki allir hagarnir hava skrásett veiðuna, skrivar vp.fo 

Á heimasíðuni haran.fo hevur Eyðfinn Magnussen farnu árini skrásett og granskað føroyska haruveiðu. Eyðfinn Magnussen sigur við Vágaportalin, at enn eru fleiri hagar, sum ikki eru skrásettir.

Tí heitir hann á fólk um at skráseta seinastu tølini, so at endaliga frágreiðingin um haruveiðu í Føroyum í 2020 kann skrivast. Tølini skulu skrásetast á heimasíðuni haran.fo

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166