Merkel finst at Twitter fyri at útihýsa Trump

Merkel finst at Twitter fyri at útihýsa Trump
Hetta er grundleggjandi brot á talufrælsi, sigur týski samveldiskanslarin
Angela Merkel, samveldiskanslari, sigur, at Twitter hevur brotið grundleggjandi rættindi um talufrælsi við at koyra Trump av sosiala miðlinum
 
11.01.2021 - 16:20

Angela Merkel, týski samveldiskanslarin, leggur nú eftir Twitter fyri tveita Donald Trump, forseta, av sosiala miðlinum.

Hon heldur avgerðina hjá Twitter vera ivasama, og sigur tað vera eitt brot á grundleggjandi rættin til talufrælsi, skrivar Financial Times.

Twitter tveitti Trump av sínum palli í síðstu viku, eftir at ófriðarkroppar trokaðu seg inn í bygningin hjá kongressini á Capitol Hill mikudagin. Twitter segði, at Trump hevði í fleiri førum brotið brúkaratreytirnar við at eggja til harskap.

Stjórnin eigur ábyrgdina

Men Angela Merkel sigur nú, at amerikanska stjórnin sjálv átti at tikið ábyrgd fyri haturstalu, eins og tey gera í Týsklandi. Talsmaðurin hjá Merkel, Steffen Seiert, sigur, at talufrælsi eigur bara at verða skert við heimild í lóg. Tað er ikki ein avgerð hjá leiðsluni hjá sosialu miðlunum

Eisini russiski andstøðingurin, Alexei Navalny, hartar Twitter fyri at hava bannað Trump.

Hann sigur tað vera ein avgerð, sum ikki kann góðtakast, og at russiska stjórnin fer at banna seg á sosialu miðlunum, við at vísa til avgerðina hjá Twitter um at steingja kontuna hjá Trump.

- Avgerðin hjá Twitter er tikin av fólki, sum vit ikki kenna, og eftir leiðbeiningum, vit heldur ikki kenna. Hetta verður nýtt sum fordømi í restini av heiminum til at køva talufrælsi, segði Navalny í dag.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. apríl
Morgunlestur leygardagur 25.apríl 2026
207139
Fríggjadag 24. apríl
Vikuskiftið 24 apríl 2026
207545
Fríggjadag 24. apríl
LEITISSTEIN 24.04.2026 (Wolfgang)
207536
Fríggjadag 24. apríl
Beinleiðis úr Studio 5 - Gjáir
207518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533