ÍSF kannar nú tørvin

ÍSF kannar nú tørvin
Ítróttarsamband Føroya fer nú undir at kanna tørvin hjá føroyskum ítróttarfeløgum á fíggjarligum stuðli fyri mistar inntøkur vegna koronuvirusi
ÍSF fer at kanna tørvin á fíggjarligum stuðli
Mynd: ÍSF  
 
12.01.2021 - 12:22

Ítróttarsamband Føroya fer nú at kanna tørvin hjá føroyskum ítróttarfeløgum á fíggjarligum stuðli fyri mistar inntøkur orsakað av koronuvirusinum. Talan er um seinna hálvár 2020, skrivar ÍSF.

Í november í fjør býtti ÍSF fýra milliónir, sum løgtingið játtaði í stuðli, út til 43 ítróttarfeløg ella sambond, sum høvdu søkt. Hendan upphæddin rakk til at endurrinda ítróttarfeløgunum 90 prosent av mistu inntøkuni í tíðarskeiðnum frá 12. mars til 30. juni.

VB-formaðurin heitti á landsstýrið

Um vikuskiftið heitti formaðurin í VB, Bogi Mortensen, á landsstýrið um at játta pening til ítróttarfeløg fyri seinna hálvár í 2020. 

 - Mistu inntøkurnar stava frá , at sama landstýrið hevur frámælt, at størri tiltøk verða hildin. Inntøkurnar frá hesum tiltøkum eru ein av grundarsteinunum undir rakstrinum og virkseminum hjá feløgunum. Og um hesar inntøkur eru mistar, má virksemið skerjast munandi, skrivaði Bogi Mortesen á Facebook.

Landsstýrismaðurin í mentamálum, Jenis av Rana, vildi ikki lova nakað, tá hann var gestur í ítróttarsendingini, 3-2, mánakvøldið, men heitti á ÍSF um at koma við eini útgreinan av tørvinum.

 - Lat okkum nú síggja, hvat kemur á mítt borð. Tað, sum er avgerandi er, hvussu umbønin verður. Um vit fáa facts á borðið. Og harnæst eisini, hvussu koronustøðan verður, segði Jenis av Rana. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744