Fimm prosent av føroyingum koppsettir

Fimm prosent av føroyingum koppsettir
Tað gongur væl at koppseta fyri korona. Higartil eru gott og væl 2600 fólk koppsett í Føroyum, og nú verða tey eldru koppsett
15.01.2021 - 19:37

Í Suðuroy eru øll búfólkini á eldrøkinum longu koppsett, og í Havn og í Klaksvík fóru tey í dag undir at koppseta fyrstu búfólkini. 

Meginparturin av teimum, sum verða koppsett í dag eru starvsfólk á eldraøkinum. Haraftrat verða umleið 60 búfólk á Boðanesheiminum koppsett og 26 búfólk í Klaksvík. Nakrir lungasjúlingar eru eisini kallaðir inn á Landssjúkrahúsinum, sum  eftir ætlan verða koppsettir í kvøld.

Tá dagurin í dag er komin at enda, eru síðstu gløsini av koppingarevni væntandi tømd. Næsta sending kemur eftir ætlan í næstu viku, og koppsetingin verður tikin uppaftur so skjótt sum koppingarevni aftur er til taks í Føroyum.  
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938