Eingin smitta funnin í gjár

bannari
Eingin smitta funnin í gjár
Nú eru sjey fólk sjúk í Føroyum, tí tey átta í kekkiska ferðalagnum telja ikki við longur
Tilmælið um frástøðu er galdandi enn
 
17.01.2021 - 11:02

Eingin koronusmittutilburður varð staðfestur í gjár.  Í gjár vórðu 380 kanningar gjørdar í Føroyum. Nú eru sjey fólk smittað í Føroyum. 

Talið er komið har niður, tí nú eru smittaðu fólkini í ferðalagnum hjá kekkiska landsliðnum hjá monnum í handbólti, sum kom til Føroya 4. januar, ikki við í talinum longur. Í ferðalagnum vóru átta smittað.

Koppseting á heimasíðu

Eitt fólk er innlagt, og 66 eru í sóttarhaldi. Heimasíðan corona.fo fer nú dagliga at kunngera, hvussu nógv fólk er koppsett fyri koronu í Føroyum.

Higartil hava 2.664 fólk fingið fyrra prikið. Hetta eru fimm prosent av fólkatalinum í Føroyum. Enn hevur eingin í Føroyum fingið seinna prikið.  

Sambært kunngerðini um koppsetingina verða tey, sum eru í serligum vanda fyri at berast álvarsliga sjúk, verða tey smittað,  kopsett í næstu viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Hósdag 9. juli
Summarbeiti 9. juli 2026
210735
Hósdag 9. juli
HM-tíðindi 9. juli 2026
210721
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523