Navalnyj handtikin í Russlandi

Navalnyj handtikin í Russlandi
Russiski andstøðingurin, Aleksej Navalnyj, varð handtikin, tá hann kom við flogfari til Moskva í gjárkvøldið, skrivar Ritzau
Aleksej Navalnyj kom heimaftur til Russlands í gjár, og alt fyri eitt var hann handtikin
 
18.01.2021 - 08:12

Russisku myndugleikarnir høvdu ávarað um, at Navalnyj, sum var fyri eiturálopi í fjør, fór at verða handtikin, tá og um hann fór aftur til Russlands.

Hann hevur verið á listanum við fólkum, sum eru eftirlåýst síðani 29. desember í fjør, tí hann er farin um mark við fleiri treytum í dóminum, siga russisku myndugleikarnir sambært russisku tíðindastovuni Tass.

Navalnyj verður hildin aftir til ein dómstólur hevur gjørt av, hvat nú skal henda, skrivar russiska tíðindastovan.

USA og ES-lond krevja, hann verður leyslatin

Eg veit, eg havi rætt, og eg veit at øll revsimálini ímóti mær eru íspunnin, segði Navalnyj við fjølmiðlar, tá hann varð handtikin í Moskva í gjárkvøldið.

Andstøðingurin, Aleksej Navalnyj, hevur verið í Týsklandi síðani hann varð eitraður við Novitjok í fjør. Russisku myndugleikarnir hava víst allar ákærur um, at tað vóru teir, sum eitraðu hann, frá sær.

USA og fleiri ES-lond krevja nú, at russiski andstøðuleiðarin, Aleksej Navlnyj, verður leyslatin alt fyri eitt. Tað skrivar BBC á heimasíðuni.

USA og ES fordøma handtøku

Amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Mike Pompeo, sigur, at russiska stjórnin roynir at kippa tey, ið finnast at stjórnini. Hann krevur, at Navalnyj alt fyri eitt, og uttan treytir, verður leyslatin. 

Eisini komandi forsetin í USA, Joe Biden, hevur gjørt vart við seg. Hansara nærmasti ráðgevi, Jake Sullivan, sigur, at "Kremlin ger seg inn á grundleggjandi mannarættindi við sínum álopum á Navalnyj. 

ES hevur eisini latið við seg koma og sigur í einari felags áheitan, at ES krevur, at Navalny verður leyslatin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537