Jóhan var besti spælarin

18.01.2021 - 10:59
ÍtrótturHondbóltur
Jóhan var besti spælarin
Jóhan á Plógv Hansen var toppskjútti í dystinum millum Danmark og Kongo í gjárkvøldið
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
Jóhan á Plógv Hansen var toppskjútti í dystinum millum Danmark og Kongo í gjárkvøldið

Tað ræður um at njóta teir minuttirnar, tú fær á vøllinum, tí kappingin um plássini á danska landsliðnum er krútsterk.

Tað sigur Jóhan á Plógv Hansen, sum gjørdist toppskjútti við átta málum, tá Danmark í gjárkvøldið spældi seg víðari til millumumfarið í heimsmeistarakappingini í hondbólti í Egyptalandi við einum knúsandi 39 - 19 sigri á Kongo.

Jóhan á Plógv Hansen var eisini besti leikari, sigur serfrøðingingurin hjá Danmarks Radio, Lars Krogh Jeppesen, sum gevur Jóhan á Plógv Hansen metingina 10 av 12 møguligum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 11. august
Poppverturin
194203
Mánadag 11. august
Morgunlestur mánadagur 11. august 2025
195374
Sunnudag 10. august
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
195430
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. august
Veðrið - teknmálstulkað
195406
Fríggjadag 8. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
195405
Fríggjadag 8. august
Veðrið
195397
Týsdag 5. august
Veðrið - teknmálstulkað
195271