Jóhan aftur til danskan hondbólt

Jóhan aftur til danskan hondbólt
Jóhan á Plógv Hansen fer úr Týsklandi og aftur til danskan hondbólt, tá hetta kappingarárið er av. Vongurin skal aftur til Skanderborg AGF, sum var hansara fyrsta danska felag
 
02.06.2025 - 17:31

Jóhan á Plógv Hansen fer aftur til Skanderborg AGF, tá hetta kappingarárið er av.

Vongurin, sum síðstu fimm árini hevur spælt við Hannover-Burgdorf og Flensburg-Handewitt í týsku Bundesliguni, hevur skrivað undir trý ára sáttmála við danska felagið.

Tá 31 ára gamli havnarmaðurin fór úr Føroyum fyri 15 árum síðan, fór hann á akedemiið hjá felagnum, SHEA. Síðan hevur hann spælt 106 landsdystir fyri Danmark og hevur millum annað vunnið fýra heimsmeistaraheiti.

 - Felagið er í eini spennandi ítróttaligari menning, og eg gleði meg til at blíva partur av henni, sigur Jóhan á Plógv Hansen við heimasíðuna hjá felagnum.

 - Jóhan kemur við eksplosiviteti og vinnaramentan. Hansara royndir verða avgerandi á einum ungum liði. At fáa ein spælara, sum hevur vunnið mestsum alt, styrkir ta mentanina, sum vit vilja hava í felagnum, sigur venjarin Nick Rasmussen.

 


Jóhan á Plógv Hansen hevur vunnið fýra heimsmeistaraheiti á danska landsliðnum. Í Flensburg hevur hann vunnið European League tvey ár á rað. (Mynd: Ritzau/Scanpix)

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558