Koppseting: Tey ungu eru ivingarsom

bannari
Koppseting: Tey ungu eru ivingarsom
Tað eru serliga tey ungu í Føroyum sum ivast í, um tey skulu koppsetast fyri koronu, fáa tey møguleikan
 
22.01.2021 - 05:49

Tað er niðurstøðan í nýggjari spurnakanning, heilsumyndugleikarnir í Føroyum hava gjørt, siga heilsumyndugleikarnir.

Nýggja spurnakanningin vísir, at tað er serliga yngra ættarliðið, sum sigur seg ivast í, um tey skulu koppseta seg.

16 prosent ikki tikið støðu

Átta prosent av teimum, sum eru 18 til 29 ár, siga seg ikki vilja koppsetast, og 16 prosent siga seg ikki vita enn.

Hinvegin er ivin millum tey eldru fólkini í Føroyum minstur, tá tey verða spurd, um tey ætla at koppseta seg ella ikki.

Stívliga 87 prosent av teimum, sum eru 60 til 80 ár, siga, at tey fara at koppseta seg, tá myndugleikarnir fara at bjóða teimum koppsetingina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040