- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jan Mayen: Skalvalop kravt tvey mannalív

Tvey fólk lótu í gjár lív í einum skalvalopi á norsku oynni Jan Mayen.
Talan var um eina kvinnu í 50-unum og ein mann í 30-unum. Ein triði maður varð eisini tikin av skalvalopinum og lá undir skalvinum í tveir tímar, men slapp leysur og fekk sent boð eftir hjálp.
Onnur fólk komu so á staðið og funnu hini bæði fólkini, men tey stóðu ikki til at bjarga.
Jan Mayen er norðan fyri Ísland og góðar 1000 kilometrar vestan fyri Noreg. Í stødd er hon nakað sum Streymoyggin. Ein herstøð og ein veðurstøð eru á oynni. 18 fólk vóru á oynni, tá vanlukkan hendi í gjár.
Nú verður arbeitt við at fáa líkini heim til Noregs. Tað er bert ein flogvøllur á oynni, og hann liggur í løtuni undir í kava. Norski herurin fer at senda fólk til Jan Mayen at hjálpa til við at rudda flogvøllin, so eitt Hercules-flogfar kann seta seg har og flyta líkini heim.
Tey trý fólkini, sum vórðu tikin av skalvalopinum, vóru øll sivilt sett í starv hjá herinum. Tey høvdu frí og vóru farin ein venjingartúr, tá skalvurin leyp, skrivar norski miðilin VG.


























