Koppseta á leiðslugongini

bannari
Koppseta á leiðslugongini
Leiðslan á Landssjúkrahúsinum hevur brúkt koppseting fyri koronu til onnur starvsfólk enn tey, kunngerðin ásetir
02.02.2021 - 19:42

Fyrst skuldu heislustarvsfólk, sum hava samband við veikar sjúklingar, koppsetast. Seinni fólk í vandabólkum. Hesi skulu hava tol eina løtu afturat.  Men tey, sum starvast á skrivstovuni hjá leiðsluni á Landssjúkrahúsinum, hava longu fingið koppsetingina.

Hetta hóast kunngerðin um koppseting greitt sigur, at tað bara eru tey fólkini í heilsugeiranum, ið hava tætt samband við sjúklingar, ið eiga at fáa tilboð um koppseting.

Kaj Leo Holm Johannesenhevur skrivað undir kunngerðina um koppseting, men landsstýrismaðurin í heilsumálum vil ikki gera samrøðu í kvøld.

– Men sjálvandi skal kunngerðin fylgjast, og eg fari tí at biðja um eina nærri frágreiðing um hetta málið, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

Í innslagnum tosa vit við Steinar Eirikstoft, stjóra á Landssjúkrahúsinum, sum sjálvur er koppsettur fyri koronu. Og vit tosa við Alexandru á Dul, stjóra á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, sum ikki er koppsett fyri koronu.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974