Vit fara ov illa við vøtnum og vátlendi

Vit fara ov illa við vøtnum og vátlendi
Landbúnaðarfrøðingur og gongumenn heita á fólk um at verja vøtn og vátlendi, nú tað í dag er altjóða dagur fyri vátlendi
02.02.2021 - 19:42

Vøkur eru tey um summarið, vøtnini, og ríkt er djóralívið í teimum og í kringliggjand vátlendinum. 

Í dag er altjóða vátlendisdagur, men tað er synd at siga, at umstøðurnar hjá djóralívinum kring Toftavatn vóru optimalar í kavanum og frostinum.

Hinvegin er dagurin eitt gott høvi at vísa á, at vit fara ov illa við okkara vøtnum og vátlendum, heldur Gunnar Bjarnason, landbúnaðarfrøðingur og forsprákari fyri náttúruvernd. 

Gunnar Bjarnason vísir á, at tað er ikki einki av tjarnum og smærri vøtnum í Føroyum, sum eru avveittar gjøgnum árini, bæði innangarðs og uttangarðs, til stóran ampa fyri margfeldið í náttúruni.  

Tveir mans, sum eru samdir við Gunnari Bjarnasyni, at vit mugu verja okkara vøtn og vátlendi betur, eru Asfinn Sigvardsen og Jens Dalsgaard. Seinasta árið hava teir báðir vitjað eina rúgvu av vøtnum kring oyggjarnar.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961