Tíggjutúsundtals mótmælt í Myanmar

Tíggjutúsundtals mótmælt í Myanmar
Í Myanmar hava fólk í tíggjutúsundatali í dag mótmælt, at herurin hevur tikið valdið í landinum
Mótmælisfólini krevja, at fólkavaldi leiðarin í Myanmar, Aung San Suu Kyi verður leyslatin
 
07.02.2021 - 18:16

Mótmælisfólini krevja eisini, at fólkavaldi leiðarin í Myanmar, Aung San Suu Kyi verður leyslatin.

 - Vit vilja ikki hava hernaðarligt einaveldi. Vit vilja hava fólkaræði, rópti fólkamongdin í høvuðsstaðnum, Yangon.

Mótmælisfólkini gingu móti miðbýnum, meðan løgreglufólk og løgreglubilar stóðu til reiðar nærhendis lærda háskúlanum í býnum.

Enn eru ongar fráboðanir um samanbrestir.

Internetsambandið, sum varð kvett um vikuskiftið, er komið aftur.

Herurin hevur tikið valdið í Myanmar, tí hann vil vera við, at tað varð framt valsvik til stjórnarvalið í november.

Tá vann flokkurin hjá Aung San Suu Kyi stórsigur.

Í dag eru hon og aðrir politikkarar í flokkinum sett í húsavarðhald.

Trygdarráðið í ST kom saman fyrr í vikuni at viðgera støðuna í Myanmar. 
Kina brúkti sín sýtingarrætt, tí partarnir ikki kundu semjast um eina orðing, sum fordømdi statskvettið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 2. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206563
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483