Upptakt: TB skal skjóta fleiri mál

Upptakt: TB skal skjóta fleiri mál
Verjan riggaði væl í fjør, men álopið var tað vánaligasta í deildini. Tað skal venjarin rætta, og hann vónar at fáa hjálp frá nýggjum spælarum
15.02.2021 - 18:33

Verjan er stóra styrkin hjá TB. Í hinum endanum sær verri út. Í fjør skeyt liðið av Tvøroyri bert 20 mál í 27 landskappingardystum. Eingin í deildini skoraði færri.

Álopsknúturin skal loysast, sigur Michael Winther, sum fer undir annað árið sum venjari, og hann vónar at fáa hjálp frá nýggju spælarunum.

 Heilt greitt. Vit skoraði ov fá mál, og tí fingu vit eisini ov fá stig, sigur Michael Winther.

Vit hava broytt spæliháttin eitt sindur. Og so vóni eg, at teir spælarar, sum vit hava keypt, koma við sínum íkasti, leggur týskarin afturat.

Fleiri spælarar eru komnir

Fleiri spælarar eru komnir til TB í vetur. Millum annað framherjin Maxwell Asare Bediako og álopskendi miðvallarin, Bassijan Kastrati, sum er komin úr Strømmen IF.

Liðskiparin, Dánjal Godtfred, vónar, nú, at stóri trupulleikin í fjør, ikki verður ein trupulleiki í ár.

Nógvir av teimum nýggju eru øgiliga spennandi. Maxwell er øgiliga eksplosivur, og eg vænti, at hann fer at gera stóran mun har frammi, sigur Dánjal Godtfred.

Og so er Bessijan øgiliga sterkur tekniskt og væl fyri í álopsspælinum.

Vilja meir enn at yvirliva

Um verjan stendur eins væl, og álopið batnar, er sannlíkt at fleiri stig spyrjast burturúr. 

Útgangsstøðið er at verða verandi í deildini, sigur Michael Winther.

Tá tað er sagt, er tað ikki nóg gott at verða í niðurflytingarvanda heilt til tey síðstu umførini.

Spælararnir eru ikki eins varnir. 

Eg vóni, at vit enda millum fimm tey bestu. Tað er málið, sigur Bessijan Kastrati.

Sætta pláss er minimum, sigur liðskiparin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065