Moderna skal selja ES 300 milliónir skamtar

bannari
Moderna skal selja ES 300 milliónir skamtar
ES-nevndin hevur gjørt avtalu við amerikansku heilivágsfyritøkuna um 150 milliónir skamtar av koppingarevni aftrat
 
17.02.2021 - 15:42

Heilivágsfyritøkan, Moderna, skal útvega ES meira enn 300 milliónir skamtar av koppingarevni fyri COVID-19.

ES-nevndin hevur gjørt avtalu við amerikansku heilivágsfyritøkuna, Moderna, um at útvega samveldinum 150 milliónir skamtar afturat.

Upprunaliga avtalan næstan tvífaldað

Tað er næstan ein tvífalding í mun til upprunaligu avtaluna. Tað upplýsti ES-nevndarkvinnan, Ursula von der Leyen, fyrr í dag.

Harumframt hevur ES tryggjað sær møguleikan at keypa 150 milliónir skamtar frá Moderna í næsta ár, skrivar Reuters.

ES hevði frammanundan tryggjað sær 160 milliónir skamtar, sum farið varð at útflýggja í januar í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952