Fleiri kvinnur skulu sparka

Fleiri kvinnur skulu sparka
Um fimm ár skulu tvífalt so nógvar kvinnur sparka bólt, sum tær gera í dag. Tað ætla fótbóltsfeløgini, sum hittust á FSF-aðalfundi um vikuskiftið
22.02.2021 - 12:19

Fleiri føroyingar skulu sparka bólt. 

Aðalfundurin samtykti einmælt eina menningarætlan, sum sigur, at komandi fimm árini skal ein fimtingur leggjast aftur at teimum 10 prosentunum av føroya fólki, sum í dag spæla fótbólt.

- Tann økingin skal serliga síggjast á kvinnusíðuni, har vit leggja nógv fyri, so fleiri kvinnur fara at spæla fótbólt, sigur Kristin Dam Ziska. 

 Í Føroyum spæla lutfalsliga nógv fólk fótbólt í mun til flest øll onnur lond, men Fótbóltssambandið heldur kortini, at talið kann hækka enn meir.

 - Vit ynskja at blíva við at vaksa, og um vit greina hagtølini síggja vit, at tað eru vakstrarmøguleikar - serliga á kvinnusíðuni, sigur varaaðalskrivarin.

Christian Andreasen heldur fram sum forseti

Forsetin í FSF, Christian Andreasen, stóð fyri vali, men eftirsum einki mótvalevni var, heldur hann fram í sessinum fýra ár afturat. 

Fyri fýra árum síðan legði forsetin annars upp til, at onkur annar skuldi taka yvir nú.

 - Orðini vóru tey, at eg ikki væntaði at stilla upp aftur, og harvið væntaði eg, at feløgini funnu eitt annað valevni. Men árini ganga, aðalfundurin nærkast og tað vísir seg, at tað er einki uppskot til forseta. So fái eg eina umbøn frá fleiri feløgum um at stilla uppaftur, og so segði eg ja. Longri er tann søgan ikki, sigur Christian Andreasen.

Men søgan hevur ein eykasetning. Forsetin er síðan tá eisini vorðin løgtingsmaður. Í viðtøkunum hjá FSF stendur, at Fótbóltssambandið skal vera politiskt óheft.

 - Tað sum stendur er, at virksemið hjá felagnum ikki skal vera politiskt, og eg kann lova tær fyri, at síðan 1986, tá eg kom í Fótbóltssambandið, havi eg aldri hoyrt politikk nevndan. Politikkur er ikki ein partur av okkara virksemi yvirhøvur, sigur afturvaldi forsetin.

Rúni Herup Olsen nýggjur í starvsnevndini

Starvsnevndarval var eisini á skránni. Róin Schrøter, Fríðin Ziskason og Oddmar Selfoss stóðu fyri vali, og allir tóku við afturvali. Harafturat vóru Rúni Herup Olsen og Kenneth Hovgaard eisini uppstillaðir.

Róin Schrøter og Fríðin Ziskason vóru afturvaldir, men Oddmar Selfoss fall. Nýggjur í starvsnevndini varð Rúni Herup Olsen. Oddmar Selfoss og Kenneth Hovgaard eru ávíkavist 1. og 2. varalimur.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650