Føroyar (aftur) koronufríar

bannari
Føroyar (aftur) koronufríar
Nú er koronusmittan ikki í Føroyum. Tann seinasti, sum hevði smittuna, er frískur, og eingin tilburður varð staðfestur í gjár
 
26.02.2021 - 11:01

– Tað vóru frálík boð at fáa, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Hann leggur kortini dent á, at um vit vilja varðveita góðu støðuna, mugu vit framhaldandi ansa eftir. Koronasmittan kann bæði skjótt og brádliga taka dik á seg aftur.

Við útlitum fyri, at flest øll verða koppsett um tríggjar mánaðir, snýr tað seg um at halda fram við at taka neyðug fyrivarni.

658 tilburðir staðfestir tilsamans

– Vit hava stórt sæð livað frítt og frælst í Føroyum, men kortini eru nakrar fáar avmarkingar eftir. Vit í landsstýrinum hyggja í løtuni eftir, hvørji stig eiga at verða tikin komandi mánaðirnar í mun til galdandi tilmæli.

– Við ongum smittaðum í løtuni og útlitunum fyri, at fleiri og fleiri verða koppsett, er grundarlag fyri at gera nakrar tillagingar. Seinni í komandi viku fara vit at kunna um ætlaðu broytingarnar, vísir løgmaður á.

Hetta er fyrstu ferð síðani 3. juli í fjør, at eingin koronusmitta er í Føroyum, skrivar løgmaður. Tilsamans 658 fólk hava fingið staðfest smittuna í Føroyum síðani fyrsta tilburðin 4. mars í 2020.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928