Upptakt: Nú vil NSÍ hava steyp

Upptakt: Nú vil NSÍ hava steyp
Vit treingja til eitt steyp í Runavík, sigur NSÍ-liðskiparin, Klæmint Andrasson Olsen, sum í ár fær hjálp frá millum annað Tróndi Jensen
01.03.2021 - 17:59

At vinna silvurheiðursmerki og gullbóltar blívur ikki við at vera stuttligt. Stórskjúttin hjá NSÍ, Klæmint Andrasson Olsen, leingist eftir steypunum.

Vit endaðu nummar tvey í fjør, og um vit skulu gera tað betur, skulu vit hava fyrsta plássið, sigur liðskiparin.

Men vit skulu eisini standa okkum betur í steypakappingini. Vit treingja til eitt steyp í Runavík.

Venjarin vil vinna í Føroyum

Allan Kierstein Jepsen er venjari í Runavík. Hann kom til Føroyar í fjør og fekk um endan av seinasta kappingarári.

Men áðrenn hann segði ja, takk, til tilboðið úr Runavík, ringdi hann til táverandi HB-venjaran, Jens Berthel Askou, og spurdi seg fyri um føroyskan fótbólt.

Honum dámdi væl her, og sá, at føroyskur fótbóltur var í menning, og at NSÍ var eitt felag, sum vildi nakað, sigur danski venjarin, sum hevur spælt tveir dystir fyri danska landsliðið.

Lítil ivi tykist vera um, hvat Allan Kierstein Jepsen vil í Føroyum.

Málið er at enda fremst, at vinna okkurt her í Føroyum. Alt annað er óambitiøst, sigur NSÍ-venjarin.

Tróndur í gulum

Ilt er at finna ein spælara, sum umboðar klassiska HB-spælistílin betur enn Tróndur Jensen.

Í 10 ár hevur reyðdæmdi miðvallarstýrimaðurin skipað álopsspælið hjá teimum reyðu og svørtu við sínum góðu sendingum og framúr spæliviti.

Tí tók tað fleiri á bóli, tá hann skifti úr Gundadali til Runavíkar. Men Tróndur Jensen hevur sínar orsøkir.

Líkindini til at fáa regluliga spælitíð vóru størri í NSÍ, hóast nógvir góðir spælarareru í felagnum, greiðir Tróndur Jensen frá. Hann hevur drigist nógv við skaðar síðstu tvey árini.

Allir á HB-miðjuni í fjør spældu knasandi væl, og eg metti tað tryggast at flyta, tí eg helt ikki, at eg hevði ráð til at missa ov nógvar dystir afturat.

Álopskendari spælistílur

Tróndur Jensen er bert ein av teimum, sum skal hjálpa NSÍ og venjaranum at menna ein nýggjan spælistíl.

Í fjør undir Glenn Ståhl hevði NSÍ eitt hitt besta verjuspælið, sum felagið nakrantíð hevur havt, men tað gekk útyvir álopsspælið. NSÍ skeyt munandi færri mál enn kappingarneytarnir, HB, KÍ og B36.

Allan Kierstein Jepsen vil hava eitt munandi meir ágangandi NSÍ-lið hetta kappingarárið.

Tað snýr seg um, at tú - bæði við og uttan bóltin - ert álopssinnaður og fegin vil streingja mótstøðuliðið, sigur venjarin.

Klæmint Olsen tykist taka undir við skiftinum.

Nýggi stílurin er meir ágangandi. Eg vænti, at vit koma at skora munandi fleiri mál í ár, enn vit gjørdu í fjør, og tað er eitt sindur stuttligari.

Um tað verður so stuttligt, sum Klæmint og hini í gulum vóna, fer bara tíðin at vísa. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. februar
EM-tíðindi 2. februar 2026
203589
Mánadag 2. februar
Góðan morgun Føroyar
203581
Mánadag 2. februar
Morgunlestur mánadagur 2.februar 2026
203551
Sunnudag 1. februar
Møti í Lívdini
203560
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. februar
Møti umborð á Ango
203563
Sunnudag 1. februar
Andakt
203561
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450