Lesandi lata væl at nýggju tónleikaútbúgvingini

Lesandi lata væl at nýggju tónleikaútbúgvingini
Tónleikalesandi siga seg hava fingið nógv burturúr nýggju diplom-útbúgvingini í listarligum arbeiði
05.03.2021 - 13:00

Í einum hølum allarinnast í Lon 3 í gamla Venjingarskúlanum í Havn hava fimm lesandi goymt seg væl og virðiliga.

Har hava tey fingið innrættað undirvísingarhøli og upptøkuhøli at nýta til nýggju diplomútbúgvingina í listarligum arbeiði, sum nú verður víðkað til eina bachelor-útbúgving.

Útbúgvingin er býtt í tvey. Rithøvundarnir ganga á ritlistabreytini, meðan tónleikararnir lesa og gera tónleik.

Vit hittu tey í undirvísingarhølunum hendan dagin, tá tey skuldu leggja fram demo-upptøkur til eina útgávu, sum eftir ætlan verður partur av endauppgávuni.

Sí alla sendingina Lyst 40

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Filosofiskur 9. partur
216718
Leygardag 21. november
Jambalaja - 211126
216767
Leygardag 21. november
Upp á tá - 201126
216763
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592