Dalai Lama fingið fyrra prikið

bannari
Dalai Lama fingið fyrra prikið
Andaligi leiðarin í Tibet heitir á øll fólk um at koppseta seg, fáa tey møguleikan
 
07.03.2021 - 12:42

Andaligi leiðarin í Tibet, Dalai Lama, hevur fingið fyrsta prikið móti COVID-19. Dalai Lama býr í India, og hann varð tískil koppsettur í býnum, Dharamshala, í gjár.

Koppsetingin er munagóð og umráðandi, segði andaligi leiðarin, tá hann í gjár fekk tað fyrra prikið, skrivar bretska kringvarpið.

Dalai Lama heitti samstundis eisini á øll fólk í heiminum um at lata seg koppseta, fáa tey møguleika fyri tí, sambært BBC.

300 milliónir koppsett í summar

Stjórnin í India miðar eftir, at 300 milliónir fólk í landinum verða koppsett áðrenn 1. august í summar. Stívliga 1,37 milliardir fólk búgva í India.

Meira enn 11 milliónir tilburðir av COVID-19 eru staðfestir í landinum, og 157.000 fólk í India eru deyð síðani koronufarsóttin tók dik á seg har um leiðir.

Í september vórðu meira enn 90.000 nýggir smittutilburðir staðfestir í India um samdøgrið. Tað talið er nú minkað niður í 20.000 tilburðir um samdøgrið, skrivar BBC.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 24. mars
Morgunlesturin týsdagur 24.mars 2026
205921
Mánadag 23. mars
Fótbóltsprát
206044
Mánadag 23. mars
Góðan morgun Føroyar
206034
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. mars
Tinggáttin - teknmálstulkað
206085
Mánadag 23. mars
Tinggáttin
206081
Mánadag 23. mars
Veðrið
206070
Sunnudag 22. mars
Trapputing av Oyrasundi
206018