Eta mest neyta- og svínakjøt til døgurða

Eta mest neyta- og svínakjøt til døgurða
Fólkaheilsuráðið hevur nú greinað matvanarnar hjá føroyingum í fólkaheilsukanningini, sum varð gjørdi 2019
Neytakjøt er væl umtóktur matur at seta á døgurðaborðið, vísir kanningin hjá Fólkaheilsuráðnum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.03.2021 - 11:16

Tá borðreitt verður við heitum mati, eta vit mest neyta- og svínakjøt. 

Fiskur er á øðrum plássi. Tó eta ungfólk nógv minni av fiski enn tey eldru.

Fólkaheilsuráðið hevur nú greinað tølini um matvanar hjá føroyingum í stóru fólkaheilsukanningini frá 2019. 3.000 vaksin fólk vóru við í kanningini. 

Yngru aldursbólkarnir drekka nógv meira sodavatn enn tey eldru. Fleiri enn 20 prosent av monnum og fleiri enn 10 prosent av kvinnum, í aldrinum 18-29 ár, drekka sodavatn hvønn dag.

Og menn, í aldrinum 18-29 ár, standa fyri nærum allari nýtsluni av orkjudrykkjum.

Kvinnum dámar betur køku

Kvinnum dámar betri køku enn menn. Kanningin vísir, at 45 prosent av kvinnunum, í aldrinum 30-44 ár, eta køku og annað hvønn dag samanborið við 29 prosent av monnum í sama aldursbólki.

Fólk, sum eru yngri enn 45 ár, eta kips og skundverðir.

Tess eldri, vit eru, meira eta vit føroyskan mat, men stórur munur er á, hvussu ofta føroyskur matur verður etin, og hvar tú býrt í landinum. 

Greiningin av kanningini sæst her: Føroyskir matvanar

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. januar
Vikuskiftið 16. jan 2026
202799
Fríggjadag 16. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Bjarki Hansen
202767
Fríggjadag 16. januar
Breddin: Støðulýsing um Iran
202763
Fríggjadag 16. januar
Morgunlestur fríggjadagur 16.januar 2026
202445
Hósdag 15. januar
RagnarRokk 15.januar 2026
201519
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610