Einki samband millum USA og Norðurkorea

Einki samband millum USA og Norðurkorea
Umsitingin hjá amerikanska forsetanum hevur í ein mánað roynt at fáa diplomatiskt samband við Norðurkorea, men til fánýtis
USA og Norðurkorea hava ikki havt diplomatisk samband síðani miðskeiðis í februar
 
14.03.2021 - 12:41

Einki samband hevur verið millum USA og Norðurkorea í ein mánað. USA hevur í fleiri umførum roynt at fáa diplomatiskt samband við Norðurkorea, sigur ein embætismaður, sambært Reuters.

Umsitingin hjá amerikanska forsetanum, Joe Biden, hevur síðani miðskeiðis í februar roynt at fáa samband við Norðurkorea, men higartil til fánýtis.

Sambært embætismanninum, sum Reuters endurgevur, letur tað ikki til, at diplomatiskar samrøður hava verið millum londini bæði í umleið eitt ár.

Umsitingin hjá Biden fámælt

Boðini koma undan vitjanini hjá amerikansku ráðharrunum í uttanríkismálum og verjumálum, sum vitja í Suðurkorea og Japan í næstu viku.

Eitt av málunum, sum fer at verða umrøtt, er stúranin um kjarnorkuætlanirnar hjá Norðurkorea, meta eygleiðarar undan stjórnarfundinum millum londini.

Umsitingin hjá amerikanska forsetanum, Joe Biden, er fámælt, og sigur einki alment um politisku viðurskiftini millum USA og Norðurkorea, skrivar Reuters.

Skýrir Kim Jong-un brotsmann

Joe Biden legði undir forsetavalstríðnum ikki fingrarnar ímillum og hann skýrdi Kim Jong-un, leiðara í Norðurkorea, ein brotsmann.

Tá segði Joe Biden, at hann ikki vildi hittast við leiðaran í Norðurkorea, so leingi Kim Jong-un ikki vil minka um kjarnorkuna hjá landinum.

Umsitingin hjá amerikanska forsetanum, Joe Biden, er í løtuni í ferð við at dagføra uttanríkispolitikkin hjá landinum við Norðurkorea.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358