Breddin setir koronu á breddan

Breddin setir koronu á breddan
Trý evni eru í sendingini í dag
Breddin varpar ljós á trý evni í dag, sum hava samband við koronu: Summarið 2021, koppsetingarætlan og koronupass
 
17.03.2021 - 11:47

Korona setir dám á Breddan í dag. 

Trý evni eru á skránni: Summarið 2021, koppsetingarætlan og koronupass.

Tað dregur út at koppseta føroyingar fyri koronu. Kanska verða vit ikki øll koppsett á jóansøku, sum ætlanin hevur verið.

Merkir tað, at summarið 2021 er í vanda, nú koppsetingin ikki gongur so skjótt sum ætlað? Og hvat merkir tað fyri festivalarnar, sum longu nú kunngera nøvn, sum skulu á pall í summar? 

Færri skamtar

Í fleiri førum hava vit í Føroyum fingið færri skamtar enn væntað, tí heilivágsfyritøkurnar, ið veita Danmark koppingarevni, hava tillagað nøgdina, sum tær eru førar fyri at veita.

Nær skulu føroyingar vænta at verða koppsettir?

Fyritøkan Thetis hevur ment eitt talgilt koronupass. Spurningurin er, hvussu tað skal brúkast, og hvørja nyttu tað kann gera fyri okkum í Føroyum.
 
Breddin í útvarpinum í dag klokkan 17.05
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083