Búskaparráðið: Ferðavinnan má fáa hjálp

Búskaparráðið: Ferðavinnan má fáa hjálp
Búskapurin fer væntandi at vaksa 4,6 prosent í ár, men vit skulu inn í 2022, áðrenn viðurskiftini hava lagað seg heilt, sigur Búskaparráðið
Í ferðavinnuni er vandi fyri, at fyritøkur kunnu fara á húsagang, um tær missa eitt summar afturat, og Búskaparráðið mælir tí til, at ferðavinnan fær ein hjálparpakka
 
18.03.2021 - 09:59

Búskaparráðið væntar, at føroyski búskapurin kemur heilt fyri seg aftur næsta ár.

Búskaparráðið metir, at búskapurin veksur 4,6 prosent í ár. Afturgongdin í fjør var minus 4,8 prosent í leypandi prísum.

Eftirspurningurin og keypiorkan vuksu í Føroyum í fjør.

Í ár fara útflutningsvinnurnar so líðandi at sleppa inn aftur á útlendsku marknaðirnar, samstundis sum útlendsk ferðafólk aftur sleppa til Føroya. 

Vit koma tó helst inn í 2022, áðrenn hetta hevur lagað seg heilt, sigur Búskaparráðið.

Mæla til hjálparpakka

Í ferðavinnuni er vandi fyri, at fyritøkur kunnu fara á húsagang, um tær missa eitt summar afturat. 

Búskaparráðið mælir tí landsstýrinum til at fyrireika ein hjálparpakka til ferðavinnuna, um ikki verður latið upp fyri ferðafólki í summar. 

Búskaparráðið mælir eisini til, at almenni raksturin og íløgurnar hvørki vaksa ella minka.

Brúk er fyri einari støðugari langtíðar íløgu- og rakstrarætlan.

Fleiri pengar úr vinnuni

Ráðið mælir til, at fleiri pengar verða tiknir frá teimum, sum hava brúksrættin til tilfeingið í fiskivinnuni og alivinnuni.

Og Búskaparráðið heldur eisini, at inntøkur og útreiðslur hjá tí almenna skulu tillagast, tá ræður um tørvin á vælferðartænastum í framtíðini, tí demografiin broytist.

Búskaparráðið leggur nú klokkan tíggju fram várfrágreiðingina.

Hetta er seinasta frágreiðingin hjá hesum Búskaparráðnum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Fríggjadag 18. september
LEITISSTEIN 18.09.2026 (Regin Guttesen)
213490
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303