Belarus í staðin fyri Hvítarussland

Belarus í staðin fyri Hvítarussland
Danmark broytir heitið, men Noreg heldur fram at nevna landið HVítarussland
Jeppe Kood, uttanríkisráðharri, eftirlíkar ynskinum frá andstøðuni í Hvitarusslandi at nevna landið Belarus
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.03.2021 - 15:07

Danska uttanríkisráðið boðar frá, at Danmark í framtíðini fer at nýta heitið Belarus fyri Hvítarussland. Andstøðan í landinum vil hava tað nevnt Belarus.

- Tíðin er búgvin til, at vit nýta Belarus heldur enn Hvítarussland, tí tað er navnið sum andstøðan og fólkið í landinum ynskir, sigur danski uttanríkisráðharrin, Jeppe Kofod.

Tað er dansk-belariska felagið, Beledania, sum hevur sett fram ynski um, at danir fara at nýta navnið Belarus um Hvítarussland. Frammanundan hevur Svøríki gjørt tað sama.

Noreg broytir ikki

Í Noregi hava Helsingforsnevndin og Kristiligi Fólkaflokkurin heitt á stjórnina um at broyta navnið til Belarus. Ein av grundgevingunum er, at fólk kunnu fáa varhugan av, at Hvítarussland er ein partur av Russlandi.

Norski uttanríkisráðharrin, Ine Eriksen Søreide, segði miðskeiðis í februar, at Noreg fer at halda fram við at nevna landið Hvítarussland, skriva NTB og Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 19. mars
RagnarRokk 19.mars
204937
Hósdag 19. mars
RagnarRokk: Robin McAuley um Paralyzed
204938
Hósdag 19. mars
Nýtt ljóð 19. mars 2026
205893
Hósdag 19. mars
Fyrsta val 19. marts 2026
205872
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. mars
Tinggáttin
205900
Hósdag 19. mars
Veðrið
205895
Hósdag 19. mars
Undir egið borð
205875
Hósdag 19. mars
Andgletturin - Fólkaflokkurin
205869