Undir illgruna fyri at bróta koronutilmæli

Undir illgruna fyri at bróta koronutilmæli
Sambært skuldsetingunum, vóru meira enn 10 fólk savnað samstundis, tá norski forsætisráðharrin, Erna Solberg, hevði 60 ára føðingardag
Erna Solberg, forsætisráðharri, er undir illgruna fyri at hava brotið koronutilmælini, tá hon fylti 60 ár
 
19.03.2021 - 15:56

Løgreglan í Noregi fer nú at kanna, um forsætisráðharrin, Erna Solberg, breyt koronutilmælini, tá hon herfyri fylti 60 ár.

- Vit seta kanningar í verk, eftir at málið hevur verið umrøtt í fjølmiðlunum, og eftir at Solberg sjálv eisini hevur úttalað seg í málinum.

Tað sigur Øyvind Aas, økisleiðari hjá løgregluni í Buskerud, við norska kringvarpið, NRK.

Sambært skuldsetingunum, vóru meira enn 10 fólk savnað samstundis, tá forsætisráðharrin fylti 60 ár 24. februar.

Kann verða revsað

Løgreglan er nú farin at savna upplýsingar, so ákæruvaldið kann taka støðu til, um ákæra skal reisast ímóti forsætisráðharranum.

Málið er óvanligt, og tað er ikki óhugsandi, at Erna Solberg verður revsað, verður hon funnin sek í bróta galdandi koronutilmælini.

- Tað er eitt álvarsmál, at forsætisráðharrin sjálv hevur brotið reglurnar um smittuverju, sigur Hans Frederik Marthinussen, professari á universitetinum í Bergen.

Professarin í løgfrøði heldur, at forsætisráðharrin mest sannlíkt fær bót, tí meira enn 10 fólk vóru í føðingardegnum, sum um tað mundið var meira, enn reglurnar loyvdu.

Sjálv heldur Erna Solberg ikki, at hon hevur brotið reglurnar um smittuverju, men at tað "bara" var í stríð við tilmælini hjá stjórnini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386