Liðskiparin vil hava bólt og úrslit

Liðskiparin vil hava bólt og úrslit
Góður møguleiki er fyri bæði bóltspæli og góðum úrslitið, tá Føroyar møta Moldova í kvøld, heldur liðskiparin á føroyska landsliðnum, Hallur Hansson
25.03.2021 - 09:51

Liðskiparin á føroyska fótbóltslandsliðnum við monnum, Hallur Hansson, heldur, at møguleikin er góður fyri at fáa eitt gott úrslit móti Moldova í kvøld. 

 - Teir liggja niðast á styrkislistanum, men eg haldi, at út frá leikaratilfeinginum teir hava, so er tað góðir leikarar. Men teir hugsa tað sama um okkum, so hetta er heilt sikkurt ein dystur, sum vit fara út fyri at vinna, sigur Hallur Hansson.

Føroyski liðskiparin metir, at Moldova er nøkulunda á sama stigi sum fleiri av teimum londunum, sum Føroyar hava møtt síðstu árini og nevnir millum annað Kosovo og Lettland.

 - Skjótir og tekniskt sterkir spælarar, sum eru djarvir. Men kanska manglar taktiska disiplinin, sigur Hallur Hansson, sum kann fáa sín landsdyst nummar 55 í kvøld.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096