Ben Arabo ikki longur nevndarformaður

Ben Arabo ikki longur nevndarformaður
Nýggja nevndin í BankNordik hevur skipað seg við Sverre Bjerkeli sum formanni og Jóhonnu Lava Køtlum sum næstforkvinnu
Ben Arabo varð ikki valdur aftur til formann, tá nevndin í BankNordik skipaði seg eftir aðalfundin í gjár
 
27.03.2021 - 10:23

Ben Arabo er ikki longur nevndarformaður í BankNordik.

Eftir aðalfundin í gjár skipaði nýggja nevndin seg við Sverre Bjerkeli sum formanni og Jóhonnu Lava Køtlum sum næstforkvinnu.

Tey eru bæði nýggj í nevndini, og Michael Ahm er eisini nýggjur nevndarlimur í BankNordik.

Ben Arabo, sum hevur verið formaður, er nú nevndarlimur. Jógvan Jespersen heldur eisini fram sum nevndarlimur. 

Av teimum, sum sótu í nevndini, stillaðu bara Ben Arabo og Jógvan Jespersen uppaftur.

Kenneth M. Samuelsen, Rúna Hentze og Alexander Johansen eru starvsfólkaumboð í nevndini.

Aðalfundurin samtykti at gjalda partaeigarunum fimm krónur í vinningsbýti fyri hvørt partabrævið. Tað eru tilsamans 48 milliónir kr.

700 milliónir í eyka vinningsbýti

Ben Arabo segði í formansfrágreiðingini til aðalfundin í gjár, at søluavtalan við Spar Nord um BankNordik í Danmark, er so mikið góð, at bankin hevur umleið 700 milliónir kr. í yvirdekningini, sum verða goldnar út í eyka vinningsbýti.

Ætlanin er at gjalda 450 milliónir kr. í eyka vinningsbýti seinni í ár og 250 milliónir aftrat í 2022 og 2023, um Fíggjareftirlitið gevur loyvi til tess.

Virkisøkið hjá BankNordik verður nú burturav í Føroyum og Grønlandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. mai
Morgunlestur leygardagur 16.mai 2026
208062
Fríggjadag 15. mai
Vikuskiftið 15 mei 2026
208421
Fríggjadag 15. mai
LEITISSTEIN 15.05.2026 (Beinir)
208417
Fríggjadag 15. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Dorimus
208405
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Hondbóltur: Undansending
208434
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365