Listeriabakteria funnin í hesum vørum

Listeriabakteria funnin í hesum vørum
Heilsufrøðiliga starvsstovan og Sjógæti afturkalla ymiska vøru, sum er framleidd á virkinum hjá Sjógæti á Norðskála
Tað er laksur sum eitt nú hesin, har listeriabakterian er funnin í, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan
Mynd: hfs.fo  
 
30.03.2021 - 06:10

Talan er um kaldaroykta vøru frá Sjógæti, sum er pakkað frá og við 5. til og við 23. mars í ár:

▪ 200 gram skivuskorin royktur lakstur

▪ 150 gram stykki av laksi

▪ 300 gram stykki av laksi

▪ 150 gram stykkir av svartkalva

Vøran er seld í føroyskum handlum og verður afturkallað, tí listeriabakteriur eru ávístar í nøkrum av vørunum. Listeriabakterian kann vera vandamikil.

Sjúkueyðkennini líkjast teimum hjá beinkrími, sum eitt nú fepuri, høvuðpínu og í onkrum førum magatrupulleikum, skrivar Heilsufrøðiliga starvsstovan.

Brúkarar kunnu lata vøruna innaftur, har hon er keypt, ella burturbeina hana.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342